Refund policy
Aftursending og endurgjald
Vit hava 14 daga aftursendingarrætt á vanligum vørum, sum eru keyptar í nethandlinum.
Tað merkir, at tú hevur 14 dagar frá tí, tú hevur móttikið vøruna, til at seta teg í samband við okkum og biðja um aftursending.
Fyri at vøran kann sendast aftur, skal hon vera óbrúkt, í sama standi sum tá tú móttók hana, og í upprunaligu innpakkingini. Tú skalt eisini kunna vísa kvittan ella aðra váttan fyri keypinum.
Fyri at byrja eina aftursending, skalt tú seta teg í samband við okkum á:
samband@steinlag.fo
Vørur, sum verða sendar aftur uttan at aftursendingin fyrst er avtalað við okkum, verða ikki góðtiknar.
Aftursendingarfrakt
Kundin rindar sjálvur fyri aftursendingarfrakt, uttan so at vøran er skeiv, skadd ella mangulfult latin.
Vøran skal pakkast væl og forsvarliga, áðrenn hon verður send aftur. Kundin hevur ábyrgdina av vøruni, til hon er móttikin av okkum.
Vørur, sum ikki kunnu sendast aftur
Ávísar vørur kunnu ikki sendast aftur.
Hetta fevnir millum annað um vørur, sum eru bílagdar serstakt, framleiddar, blandaðar, tillagaðar ella útvegaðar serliga til tína bílegging.
Hetta kann til dømis fevna um serbílagdar Vuba-vørur, 3xxx Vuba-tilfar, lit-serbíleggingar, verkætlanarvørur og aðrar vørur, sum ikki eru vanligar goymsluvørur.
Ert tú í iva um, hvørt ein vøra kann sendast aftur, set teg so í samband við okkum, áðrenn tú bíleggur.
Skaðar og trupulleikar
Kanna vøruna, tá tú móttekur hana.
Um vøran er skadd, hevur brek, ella um tú hevur fingið skeiva vøru, skalt tú seta teg í samband við okkum skjótast gjørligt á:
samband@steinlag.fo
So kunnu vit meta um støðuna og finna eina loysn.
Endurgjald
Tá vit hava móttikið og kannað vøruna, boða vit tær frá, um endurgjaldið er góðkent ella ikki.
Um endurgjaldið verður góðkent, verður peningurin fluttur aftur á sama gjaldshátt, sum varð brúktur við keypinum.
Endurgjald verður vanliga avgreitt innan 14 dagar eftir, at vit hava móttikið vøruna aftur.
Hav í huga, at tað kann taka nakað av tíð, áðrenn bankin ella gjaldsveitarin hevur avgreitt flytingina.

