Vuba Installatør

Fá ágóðan og fyrimunir av at gerast góðkendur Vuba áleggari.

Okkara samstarv við

Vuba Chemical Innovations Ltd

Vuba Surfaces er ein av fremstu veitarum av steinlagið og líknandi loysnum. Við drúgvum royndum í menning og framleiðslu av steinlags loysnum hevur Vuba uppbygt eitt sterkt navn, sum verður valt av bæði fyritøkum og arbeiðsfólki, ið leggja dent á dygd og haldføri.

Vuba leggur stóran dent á nýskapan, góðsku og tryggar arbeiðshættir – og veitir eisini vegleiðing og venjingar, so at steinlagið verður lagt rætt, og úrslitið heldur sær vakurt í longri tíð.

Tí arbeiða saman við Vuba Surfaces – vit vilja tryggja okkum eina skipan, vit kunnu standa 100% inni fyri, bæði tá talan er um dygd, haldføri og fakligan stuðul aftaná

Vit bíleggja bara

Moisture Tolerant Bindievni

Vuba Surfaces brúkar 2-komponent bindievni (A+B), sum kapslar steinarnar og bindur teir saman til eina sterka, men samstundis smidliga yvirflatu, tá skipanin verður blandað og løgd eftir røttum mannagongdum.

Í 2024 kom Vuba eisini við MT (moisture tolerant) bindievni, sum er gjørt til meira krevjandi umstøður við vætu og skiftandi veðrið.

Vit bíleggja altíð MT (moisture tolerant) bindievni, tí tað hóskar best til føroysku veðurumstøðurnar, har umstøðurnar ofta seta størri krøv til arbeiðið

Reint, turkað og klárt

Egin skervframleiðsla

Vuba Surfaces hevur eitt væl skipað aggregate-setup, har skervurin verður vaskaður, turkaður og pakkaður undir støðugum eftirlitið. Tað gevur okkum reinari og javnari skerv at arbeiða við, og tað merkist beinleiðis á úrslitinum.

Fyri teg sum kunda merkir tað betri litjavnvág, betri finish og eitt meira støðugt lag, sum heldur sær vakurt í langa tíð. Samstundis minkar tað um óvissu og ger arbeiðsgongdina tryggari frá byrjan til enda.

Sekkirnir eru í ymiskum litum, so ein lættliga kann skilja teir sundur, og sleppa undan at taka skeivan sekk, tá tilfarið verður blandað saman

Altíð eitt stig frammanfyri

Nýhugsan og menning hjá Vuba

Vuba arbeiðir ikki bara við yvirflatuni – tey menna alla skipanina rundan um úrslitið. Tí síggja vit nýggjar loysnir koma fram, sum gera arbeiðið tryggari og endaúrslitini betur.

Í filmsbrotinum sært tú prosessina – frá byrjan til enda

Meira enn yvirflatan

VubaMac og VubaRend vísa hvat Vuba ger øðrvísi: tey menna alla skipanina – ikki bara yvirflatuna. Tað gevur okkum betri stýring á arbeiðinum, tryggari mannagongdir og eitt úrslit, sum heldur.

Sum tín samstarvspartnari tryggja vit røttu ráðgevingina, røttu vørurnar og eina loysn, ið riggar í verkið

Ert tú áhugaður í at samstarva við okkum?

Send okkum tykkara kontakt upplýsingar, og vit venda aftur sum skjótast!

Vit hava roynt tað sjálvir

Tí vita vit, hvat riggar

Við okkum fært tú meira enn bara vørur. Vit kenna steinlagið í roynd og veru, og hava tekniskan kunnleika, so tú fært greiða vegleiðing um arbeiðshættir og amboð.

Vit bjóða upplæring, so tú kemur trygt í gongd, og vit eru til taks, tá spurningar eru

01

Límið í roynd og veru

Límið og blandingin er ein partur av okkara upplæring og vegleiðing til installatørar. Hetta er sera týðningarmikið at røtt mannagongd verður fylgd, fyri at fáa javnan lit og eitt vakurt enda úrslit.

Tí ganga vit gjølla ígjøgnum 2-komponent bindievni (A+B), røttu blanding og arbeiðstíð, so tú arbeiðir við betri kontroll, og tryggjar eitt støðugt úrslit

02

Skervur og blanding

Skervur og blanding eru eitt av teimum punktunum, har tað loysir seg at gera tingini rætt frá byrjan.

Vit læra frá okkum, hvussu tú tryggjar javna samanseting og eina góða arbeiðsrútmu, so arbeiðið verður einfalt at stýra og úrslitið verður betri og meira javnt

03

Áleggjan av tilfarinum

Hetta er stigið, har úrslitið veruliga tekur skap. Við røttu amboðunum verður lættari at leggja lagið javnt, halda røttu tjúgd og fáa eina vakra yvirflatu.

Hetta er eisini partur av okkara upplæring, har vit vísa arbeiðshættir og amboð, sum gera arbeiðið einfaldari, skjótari og meira javnt

04

Tætt og slætt

Her snýr tað seg um at fáa yvirflatuna javna og tilfarið væl samantrýst. Rættur arbeiðsháttur gevur betri stýring, og tú sært munin beinanvegin í tí lidna lagnum.

Vit gjøgnum ganga hetta í okkara upplæring og vísa, hvussu tú arbeiðir við slætting og tætting — bæði við hondunum og við amboðum, sum gera arbeiðið lættari