Fleksibul kantavmarking úr stáli

CORE EDGE er ein sterk og fleksibul kantavmarking til gras, beð, gøtur, terrassur og innkoyringar.

Kanturin er lættur at seta upp og kann formast bæði til mjúkar bogar, beinar linjur og snyrtlig horn. Hann heldur gras, grús og mold á sínum stað og gevur eina reina og varandi loysn.

  • Gjørdur úr 1,6 mm stáli
  • Fæst í trimum hæddum
  • Fæst í fleiri yvirflatum
  • Pakkar við 5 longdum geva tilsamans 5 metrar
  • Galvaniserað stál, pulverlakkering ella corten-stál
  • 10 ára garanti

CORE EDGE er ein praktisk og vøkur loysn, tá kanturin skal halda — og samstundis síggja gott út.

Kunning um vøruna

Fá skjót svar upp á tað týdningarmesta um CORE EDGE — hvussu tú skert tað, haldføri og brúksviðurskiftir.

Trýst eisini á “Tekniskar upplýsingar” fyri at síggja fulla vørulýsing og specifikatiónir

Tekniskar upplýsingar

Hvat ger munin?

Við støðugum innspæli frá landslagsfólki og arbeiðstakarum hava CORE ment vøruna, so hon livir upp til tað, fakið krevur — ein arbeiðsroynd loysn, bygd til fakið, av fólki í fakinum.

Pulverlakkerað við AkzoNobel

Stálið verður fyrst galvaniserað við einari 20 mikron sinkhúð, sum verjir móti rusti. Síðani verður vøran viðgjørd við einari 110 mikron polyester pulverlakkering, sum er UV-støðug og ment til harðført veðurlag.

Pulverlakkeringin verður løgd á elektrostatisk og herd við høgum hita. Hetta skapar eina sterka, slitføra og fleksibla yvirflatu, sum heldur betri enn vanlig máling.

Við AkzoNobel pulverlakkering kunnu vit bjóða eina marknaðarleiðandi
10 ára garanti

DUAL-LOCK MEKANISMA™

Tvílás-fliparnir á CORE EDGE skapa eina sterka binding millum sektiónirnar, so áleggjarin kann seta fleiri longdir saman og leggja tær sum eina samlaða eind

Heilir 5 metrar

Hvør pakki av CORE EDGE inniheldur fimm kantar á 1075 mm.

Teir verða lætt settir saman og geva tilsamans 5 metrar av sterkari og snyrtligari kantavmarking

Lætt at sláa niður

CORE EDGE hevur ein serligan boyggj eftir miðjuni á hvørjum jarðspjóti, sum skapar eitt sterkt “diamant”-snið.

Hetta gevur jarðspjótunum góða styrki og haldføri — eisini í krevjandi undirlagi — og hjálpir við at forða fyri, at tey boyggjast undir trýsti

Tørvur á eyka festi?

Við longdarpinnum kanst tú styrkja festingina við 300 mm afturat

Teir kunnu setast í eftirfylgjandi, tá kanturin longu er komin á pláss
— uttan at taka kantarnar upp aftur

Rundað horn á einfaldan hátt

CORE EDGE ger tað lætt at forma eitt mjúkt og snyrtligt horn, uttan at tú skalt brúka serlig amboð

Neyv 90° horn

Ger neyv 90° horn við at skera kantin lætt, áðrenn hann verður boygdur

Minst til at viðgera opið stál við metalprimer, so tað verður vart móti rusti

Beinleiðis leinkjur til veitarin

Meira kunning um vøruna

Niðanfyri kan tú síggja dømi um uppgávur, har vøran er nýtt, finna tekniskar upplýsingar og vitja vørusíðuna, har tú eisini kanst rokna út nøgdir og nýtslu til tína verkætlan