Fleksibul kantavmarking úr stáli
CORE EDGE er ein sterk og fleksibul kantavmarking til gras, beð, gøtur, terrassur og innkoyringar.
Kanturin er lættur at seta upp og kann formast bæði til mjúkar bogar, beinar linjur og snyrtlig horn. Hann heldur gras, grús og mold á sínum stað og gevur eina reina og varandi loysn.
- Gjørdur úr 1,6 mm stáli
- Fæst í trimum hæddum
- Fæst í fleiri yvirflatum
- Pakkar við 5 longdum geva tilsamans 5 metrar
- Galvaniserað stál, pulverlakkering ella corten-stál
- 10 ára garanti
CORE EDGE er ein praktisk og vøkur loysn, tá kanturin skal halda — og samstundis síggja gott út.
Her eru sløgini
Kunning um vøruna
Fá skjót svar upp á tað týdningarmesta um CORE EDGE — hvussu tú skert tað, haldføri og brúksviðurskiftir.
Trýst eisini á “Tekniskar upplýsingar” fyri at síggja fulla vørulýsing og specifikatiónir
Til smærri bogar ber til at forma hvørja longd sær, áðrenn hon verður sett niður. Brúka t.d. eina spann, ein stólpa ella annað runt at boyggja eftir.
Til størri bogar kanst tú seta fleiri longdir saman fyrst og síðani forma kantin so hvørt, meðan hann verður settur niður
Legg ein snór ella eitt reip eftir tí linjuni, tú vilt hava. Tá formurin er rættur, lyftir tú snórin upp og mátar longdina.
Tað kann eisini hjálpa at merkja linjuna í undirlagnum fyrst, so kanturin endar har, hann skal
Í bleytum undirlagi fara festipinnarnir vanliga lætt niður.
Um undirlagið er sera bleytt, kann tað vera neyðugt at stuðla kantinum betur ella brúka eyka festipinnar
Í hørðum undirlagi kann tað hjálpa at loysa jørðina fyrst við grevstri, spaka ella líknandi.
Síðani verður kanturin sligin niður, og undirlagið verður trýst væl aftur móti kantinum
CORE EDGE kann skerast við jarnsag ella vinkulslípara.
Eftir skerðing eigur opið stál at verða viðgjørt við metalprimer, so tað er vart móti rusti
CORE EDGE er gjørt úr galvaniseraðum stáli og hevur eina slitsterka pulverlakkering.
Við vanligari nýtslu hevur CORE EDGE eina væntaða livitíð upp á yvir 15 ár
Ja, men kanturin skal vera væl stuðlaður, meðan arbeiðið verður gjørt. Brúka fyribils stuðul ella eyka festipinnar, so kanturin ikki verður trýstur skeivur
Ja. CORE EDGE kemur við 10 ára garanti
Hvat ger munin?
Við støðugum innspæli frá landslagsfólki og arbeiðstakarum hava CORE ment vøruna, so hon livir upp til tað, fakið krevur — ein arbeiðsroynd loysn, bygd til fakið, av fólki í fakinum.
Pulverlakkerað við AkzoNobel
Stálið verður fyrst galvaniserað við einari 20 mikron sinkhúð, sum verjir móti rusti. Síðani verður vøran viðgjørd við einari 110 mikron polyester pulverlakkering, sum er UV-støðug og ment til harðført veðurlag.
Pulverlakkeringin verður løgd á elektrostatisk og herd við høgum hita. Hetta skapar eina sterka, slitføra og fleksibla yvirflatu, sum heldur betri enn vanlig máling.
Við AkzoNobel pulverlakkering kunnu vit bjóða eina marknaðarleiðandi
10 ára garanti
DUAL-LOCK MEKANISMA™
Tvílás-fliparnir á CORE EDGE skapa eina sterka binding millum sektiónirnar, so áleggjarin kann seta fleiri longdir saman og leggja tær sum eina samlaða eind
Heilir 5 metrar
Hvør pakki av CORE EDGE inniheldur fimm kantar á 1075 mm.
Teir verða lætt settir saman og geva tilsamans 5 metrar av sterkari og snyrtligari kantavmarking
Lætt at sláa niður
CORE EDGE hevur ein serligan boyggj eftir miðjuni á hvørjum jarðspjóti, sum skapar eitt sterkt “diamant”-snið.
Hetta gevur jarðspjótunum góða styrki og haldføri — eisini í krevjandi undirlagi — og hjálpir við at forða fyri, at tey boyggjast undir trýsti
Tørvur á eyka festi?
Við longdarpinnum kanst tú styrkja festingina við 300 mm afturat
Teir kunnu setast í eftirfylgjandi, tá kanturin longu er komin á pláss
— uttan at taka kantarnar upp aftur
Rundað horn á einfaldan hátt
CORE EDGE ger tað lætt at forma eitt mjúkt og snyrtligt horn, uttan at tú skalt brúka serlig amboð
Neyv 90° horn
Ger neyv 90° horn við at skera kantin lætt, áðrenn hann verður boygdur
Minst til at viðgera opið stál við metalprimer, so tað verður vart móti rusti
Beinleiðis leinkjur til veitarin
Meira kunning um vøruna
Niðanfyri kan tú síggja dømi um uppgávur, har vøran er nýtt, finna tekniskar upplýsingar og vitja vørusíðuna, har tú eisini kanst rokna út nøgdir og nýtslu til tína verkætlan
Myndasavn









