Altíð eitt stig frammanfyri
Nýhugsan og menning hjá Vuba
Vuba arbeiðir ikki bara við yvirflatuni – tey menna alla skipanina rundan um úrslitið. Tí síggja vit nýggjar loysnir koma fram, sum gera arbeiðið tryggari og endaúrslitini betur.
Í filmsbrotinum sært tú prosessina – frá byrjan til enda
Meira enn yvirflatan
VubaMac og VubaRend vísa hvat Vuba ger øðrvísi: tey menna alla skipanina – ikki bara yvirflatuna. Tað gevur okkum betri stýring á arbeiðinum, tryggari mannagongdir og eitt úrslit, sum heldur.
Sum tín samstarvspartnari tryggja vit røttu ráðgevingina, røttu vørurnar og eina loysn, ið riggar í verkið
Ert tú áhugaður í at samstarva við okkum?
Send okkum tykkara kontakt upplýsingar, og vit venda aftur sum skjótast!
Vit hava roynt tað sjálvir
Tí vita vit, hvat riggar
Við okkum fært tú meira enn bara vørur. Vit kenna steinlagið í roynd og veru, og hava tekniskan kunnleika, so tú fært greiða vegleiðing um arbeiðshættir og amboð.
Vit bjóða upplæring, so tú kemur trygt í gongd, og vit eru til taks, tá spurningar eru

Límið í roynd og veru
Límið og blandingin er ein partur av okkara upplæring og vegleiðing til installatørar. Hetta er sera týðningarmikið at røtt mannagongd verður fylgd, fyri at fáa javnan lit og eitt vakurt enda úrslit.
Tí ganga vit gjølla ígjøgnum 2-komponent bindievni (A+B), røttu blanding og arbeiðstíð, so tú arbeiðir við betri kontroll, og tryggjar eitt støðugt úrslit

Skervur og blanding
Skervur og blanding eru eitt av teimum punktunum, har tað loysir seg at gera tingini rætt frá byrjan.
Vit læra frá okkum, hvussu tú tryggjar javna samanseting og eina góða arbeiðsrútmu, so arbeiðið verður einfalt at stýra og úrslitið verður betri og meira javnt

Áleggjan av tilfarinum
Hetta er stigið, har úrslitið veruliga tekur skap. Við røttu amboðunum verður lættari at leggja lagið javnt, halda røttu tjúgd og fáa eina vakra yvirflatu.
Hetta er eisini partur av okkara upplæring, har vit vísa arbeiðshættir og amboð, sum gera arbeiðið einfaldari, skjótari og meira javnt

Tætt og slætt
Her snýr tað seg um at fáa yvirflatuna javna og tilfarið væl samantrýst. Rættur arbeiðsháttur gevur betri stýring, og tú sært munin beinanvegin í tí lidna lagnum.
Vit gjøgnum ganga hetta í okkara upplæring og vísa, hvussu tú arbeiðir við slætting og tætting — bæði við hondunum og við amboðum, sum gera arbeiðið lættari